Orkusparandi átøk í almennum bygningum


Tilvildarlig mynd.

Innlendismálaráðið hevur tikið avgerð um at uppraðfesta orkusparingar í almennum bygningum. Landsverk hevur í hesum smb. fingið til uppgávu at umsita og skipa arbeiðið.

LBF luttekur, saman við øðrum ráðgevum, við at gera eina heildarlýsing av tillutaðum bygningum. Heildarlýsingin inniheldur støðu- og orkulýsing av bygningslutum, lýsing av hitatapinum fyri verandi støðu og ein arkitektonisk lýsing av bygningunum.

Út frá heildarlýsingini verða tilmælt átøk, ið minka um orkunýtsluna har byggiteknisk, økonomisk og arkitektonisk atlit verða tikin.
LBF - Grønlandsvegur 5 - Postsmoga 228 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands - Tel: +298 63 63 63 - Fax: +298 63 63 93 - lbf@lbf.fo
Developed, programmed and designed by Sansir - Innrita