LBF veitir viðskiftafólki sínum serkøna verkfrøðiliga og byggifrøðiliga ráðgeving og hevur drúgvar royndir við millum annað prosjektering, byggileiðslu og eftirliti.

LBF hevur sína egnu dygdarskipan, sum skal tryggja, at veitingar felagsins hava eina javna dygd, sum ikki bara er tengd at einstaka starvsfólkinum. Vanliga verður arbeitt í tvørgangandi toymum, við einum prosjektleiðara sum samskipara.

Við einum stórum starvsfólkahópi sum bæði er fakliga sterkur og fjølbroyttur, kunnu vit lyfta sera krevjandi uppgávur. Vit hava fólk við drúgvum royndum og arbeiða samstundis við nýggjastu tøknini. Í løtuni starvast 25 verkfrøðingar, byggifrøðingar, teknarar, el-fólk, KT-fólk, samskiparar, umsitingarfólk og onnur.

Málið hjá LBF er at vera í oddinum innan veiting av fullkønari ráðgeving í byggivinnuni í Føroyum, og at dygdin bæði fakliga og í prísi skal vera á hædd við tað, sum keypast kann í grannalondunum. Tørvir kundans skulu altíð raðfestast fremst, og samstarvið við kundan skal fremjast í einum dámi av opinleika og áliti.

LBF er limur í FRI (Foreningen for Rådgivende Ingeniører), og vit arbeiða somuleiðis sambært reglum um góðan ráðgevarasið  og eftir veitingarlýsingum teirra.

LBF - Grønlandsvegur 5 - Postsmoga 228 - FO-110 Tórshavn - Faroe Islands - Tel: +298 63 63 63 - Fax: +298 63 63 93 - lbf@lbf.fo
Developed, programmed and designed by Sansir - Innrita