top of page

Tórshavn

BÚGVIN UM SANDÁ

2016

Brúgvin fellur væl inn í landslagið, og hon bindur saman økini norðan- og sunnanfyri Sandá, eins og løgarsteinarnir gjørdu í fornum tíðum. Brúgvin stendur á trimum beinum, sum ímynda gomlu løgarsteinarnar, meðan sambindingin millum teir – koyribreytin – lýsir menningina í undirstøðukervinum. Har tú áður mátti loypa stein av steini, kanst tú nú ganga ella koyra.

 

Miðað er eftir, at brúgvin ávirkar umhvørvið sum minst. Hon er tí gjørd so einføld, at hon sýnist sum ein rennistrongur tvørtur um ánna. Brúgvin hevur ein lítlan hæddarmun á 0,6% við jøvnum halli frá norðursíðuni og suðureftir. 

 

Brúgvin er bygd upp við trimum beinum, ið standa á fundamentum, ið eru fjald í lendinum. Íblásturin til uppbygnaðin í beinunum undir brúnni er frá bondunum í føroyska bátinum og kropsbygnaðinum á stóru djórunum í høvunum kring okkum.

 

Brúgvin er teknað sum ein opin og mjá konstruktión, ið klárar stórt spenni og eisini er harðfør, tá talan er um dygd og haldgóðsku. Vit hava gjørt av at gera eina mjáa brúgvaloysn, sum bindur økið saman. Hetta er eydnast við eini kompositkonstruktión. Brúgvin er uppbygd við betongbeinum, ið bera ein stálkassa. Á hendan verður lagdur ein betongflati, sum verður undir koyrivegnum. Statiski uppbygnaðurin ger, at beinini kunnu gerast lutfalsliga mjá og skapast sum lívfrøðiligar skurðmyndir undir brúnni. Við at gera brúnna á hendan hátt, verður tilgongdin í byggitíðini umhvørvisliga røtt, og brúgvin gerst ein ferðslutrygg loysn.

bottom of page