Ráðgevandi verkfrøðingar
Mycometer Air
LBF hevur góðkent fólk til kanningararbeiðið við Mycometer-háttinum.
Ein Mycometer Surface-kanning er ein skjótur og ómakaleysur háttur at kanna, um soppur veksur á bygningslutum. Hátturin setir ikki spor eftir seg, og tað er ikki neyðugt at gera destruktiv átøk fyri at kanna bygningslutirnar.
Kanningin á staðnum tekur úr umleið 15 minuttum upp í ein tíma alt eftir, hvussu nógvar royndir skulu takast.
Kanningin á starvsstovuni tekur umleið ein tíma, ið ger Mycometer væl egnað, um tit vilja hava gjørda eina skjóta kanning.
Hátturin verður nýttur til at:
-
Kanna, um mislitur á yvirflatum er blámusoppavøkstur ella ikki
-
Kanna, um t.d. ein vatnskaði hevur ment seg til soppavøkstur
-
Avmarka vakstarøkið, tí soppavøkstur er ikki í øllum førum sjónligur
-
Góðskutrygging eftir umvæling/reingerð
Kategori A: Støðið er ikki meiri enn vanligt
Kategori B: Støðið er meiri enn vanligt. Tað kann stava frá høgum nøgdum av sporum í dusti ella frá einum gomlum vatnskaða.
Kategori C: Støðið er væl meiri enn vanligt orsakað blámusoppavøkstri.
Mycometer Air

Stundum uppliva brúkarar plágur av inniluftini, men duga ikki at finna orsøkina. Sopppur veksur ofta á støðum, sum ikki eru atkomilig, og trupult kann tí vera at staðfesta, um soppavøkstur er í bygningi ella ikki.
Mycometer Air er ein háttur, ið verður nýttur, tá illgruni er um, at soppur veksur á fjaldum støðum, og sum ikki kann staðfestast við flaturoyndum. Royndir verða tiknar við at skilja luftina ígjøgnum eitt filtur, ið síðan verður kannað á starvsstovu okkara.
Kanningin á staðnum tekur umleið ein hálvan tíma, uppfylgjandi kanningin tekur einar 15 minuttir, og kanningin á starvsstovuni tekur ein tíma. Hesin hátturin er tí serliga væl egnaður, um tit vilja staðfesta skjótt, hvussu støðan er.
Hátturin verður nýttur til at:
-
Kanna nøgdina av soppasporum í inniluftini
-
Finna keldur til soppavøkstur
-
Rutinukanning av inniluft
-
Góðskutrygging av renoveringsuppgávum
Úrslitini verða býtt upp í tríggjar bólkar, ið taka útgangsstøði í nøgdini av soppasporum, sum eru at finna í vanligum heilsugóðum bygningum.
Kategori A er tað støðið, ið finst í vanligum heilsugóðum bygningum við vanligari reingerð við ongum tekni um vatnskaðar/blámusopp.
Kategori B bendir á, at støðið er nakað hægri enn í vanligum heilsugóðum bygningum við vanligari reingerð.
Kategori C bendir á eitt óvanliga høgt støði av soppasporum, sum bara kemur fyri í bygningum við soppa- og vætutrupulleikum. Kategori C skal altíð útgreinast við kanningum av bygningslutunum, so orsøkin til soppavøksturin kann staðsetast og umvælast.
Tilfarsroyndir - Agarplátur