Ráðgevandi verkfrøðingar
VEITINGAR
Landsbyggifelagið veitir sínum viðskiftafólkum ráðgeving í øllum stigum, frá hugskoti til avhending og eftirkanning. Niðan fyri er yvirskipað lýsing av veitingunum í ymiskum stigum og ymiskum fakøkjum.
BYGGIHARRARÁÐGEVING
Veitingin fevnir um at ráðgeva viðskiftafólki/kunda í at skipa og røkja síni áhugamál mótvegis myndugleikum, teimum projekterandi, og teimum, sum byggja skulu. Veitingin kann fevna um ráðgeving í hugskotsfasuni, men kann eisini fevna um alt tíðarskeiðið, til byggingin er liðug.
FORKANNINGAR
Tað hevur alstóran týdning at kenna fortreytirnar fyri eini verkætlan og at byrja rætt. Tí eru forkanningar altíð ein týðandi táttur. Okkara forkanningar fevna breitt, eitt nú:
-
Yvirskipað meting av verandi viðurskiftum
-
Tørvgreiningar av ymiskum slag
-
Visualiseringar og umhvørvisárinskanningar
-
Topografiskar greiningar og lendiskanningar
-
Geologiskar og geotekniskar kanningar
-
Ferðslugreiningar og linjuføringar
-
Aldu- og streymkanningar
-
Botnkanningar
-
Greiningar av náttúrulastum: Avfalli, vindi o.ø.
-
Støðumetingar av vegum, tunlum, brúm og bryggjum
-
Støðumetingar av berandi betong- og stálkonstruktiónum
-
Støðumetingar av bygningum og innleggingum
STIGVÍS RÁÐGEVING OG PROJEKTERING
Flestu verkætlanir byrja við einum tørvi ella einum hugskoti. Avbjóðingin er at koma rætt í gongd og væl á mál. Vit veita stigvísa rágeving frá byrjan til enda, men kunnu eisini veita ráðgeving í einstøkum stigum.
FYRIREIKINGAR
Hugskot
Vit veita viðskiftafólki hjálp til at gera fyrstu greiningarnar av einum hugskoti/ætlan, seta upp fortreytir og gera fyrstu forkanningarnar - hetta fyri at lýsa møguleikar og kostnað.
Byggiskrá
Byggiskráin byggir á fortreytirnar fyri hugskotinum. Byggiskráin er eitt skipað yvirlit yvir krøv og ynskir, sum byggiharrin hevur ella setur til tað, sum byggjast skal.
UPPSKOT
Skipanaruppskot
Skipanaruppskotið er grundað á krøv og ynskir í byggiskránni. Tað, ið byggast skal, verður skapað og lagað til ætlaða virksemið, við atliti til fíggjarkarm, rakstur, haldgóðsku,umhvørvi og burðardygd.
Byggilistarligu hugskotini verða lýst, og støða verður tikin til byggitilfar og meginreglur fyri konstruktiónir og installatiónir.
Projektuppskot
Projektuppskotið byggir á skipanaruppskotið.
Allar týðandi avgerðir verða tiknar viðvíkjandi útsjónd, funktión, tøkni og viðlíkahaldi og ein ítøkilig kostnaðarmeting verður gjørd.
PROJEKTERING
Forprojekt
Forprojekt = Myndugleikaprojekt
Forprojektið er ein neyvlýsing ella tillaging av
projektuppskotinum í mun til myndugleikakrøv
og góðkenningar.
Høvuðsprojekt
Í høvuðsprojektinum verða allar ásetingar og
útrokningar skjalprógvaðar og góðskutryggjar.
Tað, sum byggjast skal, verður lýst út í æsir við
frágreiðingum og tekningum (útbjóðingartilfarið)
og endalig kostnaðarmeting verður gjørd
ÚTINNING
Eftirlit
Eftirlitið ger eftirlitsætlanir og kannar áhaldandi
nøgdir og dygd við at taka stakroyndir.
Fleiri og fleiri av okkara eftirlitum verða
førd í Dalux ella øðrum líknandi skipanum.
Hetta ger eftirlitini skjótari og virknari.
Projektuppfylging
Veitingin er partur av projekteringini og fevnir
um at neyvlýsa og svara ivaspurningum viðvíkjandi
projektinum. Uppfylgingin skal eisini lofta hugskotum
og ískoytum frá veitarum ella arbeiðstakara og tryggja, at hesi gagna verkætlanini.
STÝRING OG LEIÐSLA
Landsbyggifelagið hevur drúgvar royndir við at leiða og stýra verkætlanum, bæði undir projektering og útinningini. Veitingarnar fevna millum annað um projekteringsleiðslu, byggileiðslu, IKT/BIM-leiðslu og HTU-leiðslu.
PROJEKTERINGSLEIÐSLA
Projekteringsleiðarin er ‘skiparin’ hjá teimum, sum projektera og teirra talskvinna/maður mótvegis byggiharra og øðrum.
Projekteringsleiðarin samskipar projekteringsarbeiðið við serligum atliti til ymisku fakini og markamótini teirra millum.
BYGGILEIÐSLA
HTU-LEIÐSLA
IKT/BIM-LEIÐSLA
FAKØKI
Landsbyggifelagið veitir ráðgeving innan fleiri ymisk fakøki og verkfrøðingagreinar. Hesar fevna yvirskipað um berandi konstruktiónir, anleggsarbeiðir, el-innleggingar, inniklima og landmáting.
BERANDI KONSTRUKTIÓNIR
Projektering og eftirlit við berandi bygnings- og anleggskonstruktiónum.
-
Stálkonstruktiónir
-
Rúmligar gittarkonstruktiónir
-
Betongkonstruktiónir insitu
-
Betongkonstruktiónir elementir
-
Trækonstruktiónir
-
Kompositkonstruktiónir
-
Kolfiburstyrkingar
-
Geotekniskar dimensioneringar
-
Funderingar
-
Grótlaðingar
ANNLEGSARBEIÐIR
Projektering og eftirlit við anleggsarbeiðum à
-
Vegir, rundkoyringar, ferðsluljós og trygdartiltøk
-
Veg- og gongubrýr
-
Vegtunlar – yvir- og undirsjóvartunlar
-
Vantorkutunlar - TBM og boraðir og sprongdir
-
TBM kloakktunlar
-
Vatnbyrgingar og vatngoymslur
-
Vindmyllulundir
-
Ítróttaranlegg og graslíkisvøllir
-
Havnakonstruktiónir og dýpingar
-
Verjugarðar og bakkaverjur
-
Útstykkingar, jørð- og lendisarbeiði
-
Spreingiarbeiðir og geotekniskar tryggingar
LANDMÁTING
-
Uppmáting av lendi, hellu, tekniskum installatiónum etc. við GPS og Totalstatión.
-
Uppmáting av fasadum og bygningum annars við Totalstatión
-
Dronuuppmátingar av lendi, hellu v.m. við tilhoyrandi ortomyndum (georefereraðar myndir).
-
Nøgdarmátingar gjørdar av lendisuppmátingum við GPS, Totalstatión og dronu.
-
Hæddarkurvar gjørdar av lendisuppmátingum við GPS, Totalstatión og dronu.
-
Avsetingar við GPS har neyvleikin ikki nýtist av verða betri enn 1-2 cm – vegmiðjur, fortovskantar, etc.
-
Avsetingar við Totalstatión, har neyvleikin skal verða innanfyri 2-3 mm – modullinjur, o.a. í sambandi við bygging.
Data av avsetingum og uppmátingum verður útflýggjað sum AutoCad, PDF og LandXml.
EL-INNLEGGING
-
El-innleggingar á byggiplássum
-
Kraft veitingar, so sum generatorskipanir, sólselluskipanir og no-break skipanir (UPS)
-
Jørðingsskipanir og toruverja. Herundir TT-, TN- og IT-skipanir
-
Kraft innleggingar í bygningum. Herundir fasukompensering, støjfiltur og EMC-krøv
-
Kraft innleggingar á anleggsøkjum. Herundir kraft til køli- og frystibingjur og landstreymur
-
Ljósskipanir í bygningum. Herundir neyðljós, panikkljós og dagljósstýringar
-
Ljósskipanir úti. Herundir á ítróttarøkjum, við vegir, í tunlum og á bryggjum
-
Brunatekniskar innleggingar. Herundir ABA-, VA, PA-, AVA-, ABDL- og ARS-innleggingar
-
Netinnleggingar. Herundir antennuskipanir, telefonskipanir og kalliskipanir
-
Trygdarskipanir. Herundir TVO-, AIA-, ADK-skipanir og álopsávaring (overfaldsalarm)
-
BMS-skipanir (Building Management Systems). Herundir CTS-, SRO- og IBI-skipanir