top of page

Privatlívspolitikkur

LBF P/f hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært reglugerini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar

Kontaktupplýsingar

Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera við at venda tær til:

LBF P/f,

Niels Finsensgøta 8,  

Postboks 228,  

110 Tórshavn,  

Føroyar.

 

Teldupost: lbf@lbf.fo

Telefon: +298 63 63 63

 

Viðgerð av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt, kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur. 

 

Møguligir kundar

Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, kann verða neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn

  • Bústað

  • Telefonnummar

  • Teldupostur

 

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp

  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

  • Møguligar aðrar grundir
     

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild: 

  • Heimilað áhugamál:

    • Heimilað áhugamálið hjá LBF, sum er at veita tær/virkinum hjá tær eina góða tænastu, ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimilaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.  

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum, er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað, av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar, viðvíkjandi kundum, slettaðar eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.  

 

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 3 ár eftir at seinasta samskiftið var, ella um kundin biður um tað.

Kundar

Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

  • Navn,

  • Bústað

  • Telefonnummar

  • Teldupostur

 

Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan

  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • At halda avtalu

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingarnar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði.

 

Veitarar og samstarvsfelagar

Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg: 

  • Navn

  • Bústað

  • Telefonnummar

  • Teldupostur

  • Kontonummar

 

Persónupplýsingar, um veitarar og samstarvsfelagar, verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan

  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • At halda avtalu

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at  samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um veitaran og samstarvsfelagaran strikast, tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin, og samskiftið partarnar millum er endað. 
     

Starvsumsóknir/umsøkjarar

Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at  svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”heimilaðu áhugamál”.

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi: heimilað áhugamál. 

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl hjá teimum, sum ikki fingu starvið slettað.  

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mesta lagi 12 mánaðir, fyri síðani at verða slettað. 

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum. 

 

Títt samtykkið er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrir upplýsingar um viðgerð

Trygd

Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðar, almmannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á tær, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina.   Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlógini § 7

                                                                                                            

Dátaminimering

Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdáta, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat data er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara virksemi. Tey ymisku økini av persónsdáta, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu. 

Dagført data

Okkara tænasta er treytað av, at tykkara dáta er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum dáta. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdáta. Um vit sjálvi leggja merki til, at dáta ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum

Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av KT-loysnum og myndugleikum sum t.d. TAKS.  Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúkast til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til eitt nú: sakførarar, bankar, inkasso, flutningsfeløg osv. 

Vit brúka dátaviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.  

 

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tað til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.

 

  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.

 

  • Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættaði. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast.  Vit heita á teg,  at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum. 

 

  • Í summum førum hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað geldur t.d. um tú tekur eitt møguligt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.

 

  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo

Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará

Tlf.: (+298) 309100

Teldupostur: dat@dat.fo

 

 

  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimildað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.

 

  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir, at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera. 

 

  • Vit strika tíni persónsdáta, tá ið tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vóru samlaði til.

 

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar, ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.

 

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum

 

Dagført 8. februar 2024

bottom of page