top of page

Tangafjørður

EYSTUROYARTUNNILIN

19   /   12   /   2020

Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans er góðar 11 kilometrar langur.

Tunnilin styttir farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum fyrr var 64 minuttir, er stytt niður í 16 minuttir. Úr Tórshavn til Klaksvíkar er koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Tunnilin knýtir báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Hetta er fyrsta og einasta rundkoyringin í heiminum í einum undirsjóvartunnli. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir sjóvarmálanum.

 

Jarðfrøðiligar forkanningar vórðu gjørdar, seismikkur á Tangafirði bleiv skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi, og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi varð vegarbeiðið fyrireikað. Harafturat varð vegarbeiðið til tunnilsmunnan gjørt klárt og projekteringin liðugtgjørd, eins og tunnilsarbeiðið varð boðið út.

 

8. november 2016 varð byggisáttmáli undirskrivaður við NCC, og endaliga lánsavtalan í samband við bygging av bæði Eystur- og Sandoyartunlunum var undirskrivað beint fyri jól 2016, eins og øll formlig viðurskifti vóru uppá pláss. NCC gjørdi síðan nærri avtalur við ymiskar undirveitarar.

 

Fyrsta skotið varð latið 21. februar 2017, tá Henrik Old, táverandi landstýrismaður í samferðslumálum, fyri fyrstu ferð trýsti á knøttin og setti sjálva boringina í gongd. Fríggjadagin 7. juni 2019 var alment hátíðarhald í høllini á Hálsi, Tórshavn, í samband við at Heðin Mortensen, táverandi landstýrismaður í samferðslumálum, lat seinasta skotið av í Eysturoyartunlinum.

 

Tunnilin varð alment tikin í nýtslu 19. desember í 2020.

Byggiharri: Eysturoyartunnilin

Arbeiðstakari: NCC

Ráðgeving: Norconsult, LBF

bottom of page