Ráðgevandi verkfrøðingar
Søgan
Landsbyggifelagið varð stovnað 1. apríl í 1964. Jógvan á Lað, Pauli Andreasen og Kristjan Jensen stovnaðu felagið. Teir høvdu frammanundan verið í starvi hjá Landsverkfrøðinginum.
Landsbyggifelagið, sum í dag eitur LBF, var fyrsta felagið av sínum slag í Føroyum. Felagið varð sett á stovn í eini tíð, tá Føroyar vóru lítið útbygdar, so tørvur var á tílíkum ráðgevarafelag.
Fyrsta uppgávan hjá felagnum var at gera eina garasju í Havn. Skjótt gjørdust uppgávurnar tó størri, og fyrsta stóra uppgávan var at gera flakavirkið Nyk á Toftum, sum felagið eisini var við til at byggja.
Ferð varð av álvara sett á at útbyggja Føroyar í 60'unum og 70'unum. Vegir, havnir og tunlar vórðu gjørd kring alt landið, og felagið var við í so mongum verkætlanum, at søgan um útbyggingarnar er ein óloysiligur partur av søguni hjá LBF.
Hjá LBF hava øll árini starvast dugnaligir verkfrøðingar og byggifrøðingar. Áðrenn teldurnar komu, teknaðu teir allar verkætlanir við hond. Talan var um hond- og høvdarbeiði, sum teir eldru skemtandi taka til í dag.
Felagið fekk sína fyrstu teldu í 80'unum. Hon varð nýtt til útrokningar. Fyrstu telduna at tekna við fekk LBF fyrst í 90'unum. Tað var ein kollvelting, tí nú vórðu blýantar og litpennar lagdir til viks, og teldan gjørdist høvuðsamboðið.
Eins og mangar aðrar fyritøkur hevði LBF góðar dagar í 80'unum og var fyri álvarsligum bakkasti, tá kreppan fór at gera um seg fyrst í 90'unum. Okkurt árið vóru fleiri enn 50 fólk í starvi í 80'unum. Í 1992 vóru bara fimm fólk eftir.
LBF gavst ongantíð við sínum virksemi, hóast nærum alt byggivirksemi helt uppat í 1992 og 1993. Undir kreppuni var virksemið so lítið, at tey fimm fólkini, ið eftir vóru, ikki altíð høvdu nóg nógv at gera.
Vendin kom í 1995, tá ferð kom aftur á búskapin. So líðandi vaks felagið aftur, og í dag eru 24 fólk í starvi hjá LBF. Í 2007 var starvsfólkatalið 34, men virksemið er minkað nakað síðan tá.
Stjórar hjá LBF síðan stovnanina hava verið Jógvan á Lað, Kristjan Jensen, Hanus Hansen og Eyðbjørn Brimnes, sum hevur verið stjóri síðan 2005. Umsetningurin hjá felagnum var í 2010 um 17 mió. kr.