Ráðgevandi verkfrøðingar
Suðuroy
Vindmyllulund í Porkerishaganum
Vindmyllulundin í Porkerishaganum varð reist í 2020 og fór undir royndarkoyring í november 2020. 11. februar 2021 var vindmyllulundin formliga yvirtikin og fór undir regluligan rakstur.
Partur av hesi verkætlan er battarískipan og synkronkompensator staðsett í Heiðunum. Hesi eru við til at javna elorkuna, ið fingin verður til høldar frá vindmyllunum, og harvið tryggja, at vit varðveita veitingartrygdina í økinum. Battarískipan og synkronkompensator vórðu verksett fjórða ársfjórðing í 2022.
Battarískipanin í Porkeri er serstøk við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindin, sum fer út á netið, men støddin á battarískipanini merkir, at hon viðhvørt eisini kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.
Battarístøddin er 6 MW og goymslukapasiteturin er 6 MWt.
Myndirnar hevur Niels Jacob Eysturberg tikið fyri sudurras.fo
2019 / 2020
Byggiharri: SEV
Ráðgevarar: LBF, Enercon og SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar